Volvo Amazon 50 ár

Í ár eru liðin 50 ár síðan fyrsti Volvo Amazon kom á marknaðin.

Hóast seinasti Amazonurin koyrdi av samlibandinum í 1970

koyra enn í dag í túsundavís av Amazonum kring heimin

Volvo Amazon er ein bilur, sum hevur skrivað seg inn í bilsøguna sum eitt symbol upp á slitstyrki og svenskan kvalitet, tá hann er best. Bilurin var á marknaðinum í 14 ár.  
Tað var tann 3. august 1956, at fyrsti Volvo Amazon alment varð sýndur fram fyri Volvo-forhandlarum í býnum Skövde í Svøríki. Designið var ein blanding av italienskum, enskum og amerikanskum stíli. Fyrstu Amazonarnir fingust einans við einum 1.6 litur 4 syl. motori við 60 hk og trimum girum.
Volvo nýttu einans navnið Amazon í Norðurlondum. Aðrastaðni fekk bilurin eisini navnið Volvo 120.
Í 1958 kom ein Volvo 122S (S stóð fyri Sport). Hesin hevði fleiri  hestakreftir, og nú fekk bilurin fýra gir ístaðin fyri trý. Árið eftir, í 1959, bleiv Volvo Amazon saman við Volvo PV544, fyrstu bilarnir í heiminum við 3-punkt trygdarbeltum við forsetrini sum standard.
Amazon varð av fyrstan tíð gjørdur í Göteborg, og  tá ein nýggj Volvo-verksmiðja læt upp í Torslanda í Svøríki í 1964, var bilurin eisini gjørdur har.  Annars var Amazon eisini framleiddur á eini Volvo-verksmiðju, sum læt upp í belgiska býnum Gent í 1965. Teir vórðu eisini samlaðir á eini verksmiðju í Halifax í Kanada, har teir vórðu seldir undir navninum Volvo Canadian.
Frá 60 til 115 hk
Allir teir fyrstu Amazon høvdu fýra hurðar. Í 1961 kom fyrsta útgávan við tveimum hurðum, hesin varð nevndur Volvo 121, og í 1962 varð stationcar útgávan (Herregårdsvognen) fyrstu ferð sýndur fram á Stockholm Motor Show.
So hvørt sum árini gingu broyttust Amazonarnir eisini tekniskt, og fleiri motorar komu afturat. Ístaðin fyri 1.6 litur motorin kom ein 1.8 litur við 85 hk og seinni eisini ein 2.0 litur (B20). Tann størsti var nokk Amazon GT við 115 hk. Trumlubremsurnar framman vórðu skiftar út við skivubremsur, trygdarbeltir til øll setrini og nakkastuðlar við forsetrini.
3. juli 1970 koyrdi tann seinasti Volvo Amazon av Torslanda verksmiðjuni í Svøríki.  Tá hevði bilurin verið á marknaðinum í 14 ár og framleiddur í tilsamans 667.323 eindum. Til sammeting kann nevnast, at tey 21 árini Volvo PV444/544 var á marknaðinum, vóru framleiddir 440.000 bilar. 
Samanumtikið kann sigast, at Volvo Amazon vóru sera væl umtóktir bilar, teir vóru slitsterkir og álítandi. Tað hevur eftirtíðin eisini víst, tí enn í dag koyra í túsundavís av Amazonum kring heimin sum ellisakfør.