Eftir at Volvo vóru givnir við PV-seriuni, ið hevði verið 21 ár á marknaðinum, og Volvo Amazon var vorðin 10 ár, varð brúk fyri einum nýggjum og størri bili. Hetta bleiv so Volvo 144, ið varð enn ein sensatión, tá hann kom á marknaðin.
Fyrstu Volvo 144 vóru sedan við fýra hurðum. Longu men árið eftir, í 1967, kom útgávan við tveimum hurðum, ið fekk navnið Volvo 142 og í 1968 kom stationcar útgávan ”Herregårdsvognen” ella Volvo 145.
Volvo vóru longu tá kendir fyri sín góða kvalitet og fyri at ganga á odda hvat trygdini viðvíkur sum t.d. 3-punkts trygdarbelti sum standard og 144 var fyrsti bilur við einum heilt serligum dupultum bremsusystemi. Bilurin hevði tíðarleyst design, var stórur og rúmligur og hevði nógvar innbygdar trygdarskipanir. Skivebremsur við øll fýra hjólini, sum var nakað heilt nytt tá.
Nógv varð gjørt burturúr, tá Volvo 144 kom á marknaðin í 1966. Ein donsk avís skrivaði "den sikreste bil, der nogensinde er bygget", og ein onnur "en bil af højeste internationale klasse". Svenska blaðið "Teknikens Värld" valdi 144 til ársins bili í Svøríki í 1966, og í Svøríki fekk bilurin eisini gullmedalju við hesi grundgeving "fra et trafiksikkerhedssynspunkt den vigtigste nyhed i en standardbil på det svenske marked i 1966".
Vit kunnu nevna at ein av allar fyrstu Volvo 144 kom til Føroyar. Tað var Emil J. Thomsen, sum tá hevði Elektrolux (seinni Bókagarð), sum átti bilin.