SKIPASØLA
Línubáturin Volunteer er ikki longur heimahoyrandi í Runavík, har hann hevur havt heimstað heilt síðan 1979.
Ímyndin av hesum línubáti gjøgnum hesi mongu ár, hevur verið Jack Højgaard, sum vit síggja á hesi myndini.
Volunteer hevur leingi staðið á sølulista, og í dag veit heimasíðan www.skipini.com at siga, at báturin nú er seldur til felagið, Sp/F Volli á Strondum.
Heimasíðan veit eisini at siga, at skrásetingin av nýggju eigaraviðurskiftunum fór fram hin 27. januar í ár.