ORCA, ið gevur fløgu og DVD út í næstum, hevur lagt eitt nýtt videolag út á YouTube. (The Third Eye
Foundation RMX, feat. Com-Data)
Videolagið er skrivað, animerað og stjórnað av Olivier Berry, Alexia Cui, Olivier Sipesaque & Chung-Hao Samuel Tung. Thomas Koba hevur klippt og sett til lagið. Íblásturin til videolagið er úr yrkingum hjá franska skaldinum, Charles Baudelaire, ið livdi í 19. øld.
Lagið, ið videoin er gjørd til, er remixað av The Third Eye Foundation, meðan sangarin
úr Gestir, Ólavur Jákupsson, syngur.
Lesið meira um The Third Eye Foundation á:
www.myspace.com/mattelliotandthethirdeye
og Ólavur Jákupsson á:
www.myspace.com/sheloopstheendlessstripoftape
Bæði lagið og videolagið vera á fløgu- og DVD-útgávuni hjá ORCA.
Plátufelagið Tutl stendur fyri útgávuni.
Videolagið kann síggjast her:
www.youtube.com/ladekarlno1










