Birgir av Vollanum hevur keypt málingahandilin Hjá Fróða í Saltangará, og formelli yvirtøkudagurin er hin 1. oktober.
- Handilin, sum áður hevur verið ein málingahandil burtur av við flüggermáling og strandamáling í sínum vøruútboði, verður nú býttur upp í deildir við ávikavist máling, gólvi, køkum, búnýti og súkklum, sigur nýggi handilseigarin.
Seinastu dagarnar hevur handilin verið stongdur, meðan arbeitt hevur verið við at skipa handilin øðrvísi við einum nógv størri útboði, enn handilin á Høgabóli áður hevur havt.
Birgir av Vollanum sigur, at handilin nú verður býttur upp í deildir við ávikavist máling, gólvi, køkum, búnýti og súkklum.
- Eg havi alt mítt lív arbeitt í handilsfyritøkum, og í eini 15 ár starvaðist eg í Vøruhúsinum í Hjalla, har eg hevði ábyrgdina av eitt nú búnýti, máling og gólvi.
Eftir at hann gavst á Hjalla í endanum av 2008, starvaðist Birgir av Vollanum hjá Handilsvirkinum Niclasen í Sørvági í eini fýra ár sum handilsleiðari.
- Eg vil siga, at máling og gólv líka sum liggur beint til høgra beinið hjá mær, sigur hann brosandi.
Birgir av Vollanum býr á Signabø saman við familju síni.










