Í sambandi við 25 ára hátíðarhaldið eru nógvar ymiskar framsýningar av VW-bilunum gjøgnum tíðirnar.
Volkswagen Automuseum er eitt av mest vitjaðu søvnum í Týsklandi. Í Wolfsburg er eisini Volkswagen býurin Autostadt, sum saman við Disneyland, uttan fyri Paris, verður roknað sum eitt av stóru ferðafólkamálunum í Evropa.
Býurin Wolfsburg er bygdur upp rundan VW-bilverksmiðjuna, har umleið 50.000 fólk arbeiða.