Vogue hálovar Føroyum sum ferðamál

Tíðarritið Vogue hálovar Føroyum og nevnir t.d. Koks og Gurðun&Guðrun.

Kenda tíðarritið Vogue hevur undir teiginum Lifestyle/Travel grein um Føroyar sum ferðamál. 

 

 

Nevndar verða hesar 18 áhugaverdu oyggjar, ið avgjørt eru ein steðgur frá býarlívinum, og ein afturvendan til náttúruna.

 

 

Nevnd verða seks støð, ið ein eigur at vitja, um ein vitjar í Føroyum. 

 

 

Sagt verður t.d., at um ein bert ætlar at royna eina matstovu á ferðini, so má valið falla á Koks, har Michelin kokkurin Poul Andrias Ziska borðreiðir við øllum góðum úr føroyska kovanum.

 

 

Gásadalur og Tinganes eru eina vitjan verda, sambært Vogue, og so nevnir Vogue Østrøm, Guðrun&Guðrun og Hotel Havgrím í sera rósandi greinini um Føroyar sum ferðamannaland.

 

Greinin sæst her:

https://en.vogue.fr/lifestyle/travel/story/vogues-quick-guide-to-the-faroe-islands/1521 #gasadalur-2