Eftir juni mánað verða ungar, klænar gentur ikki longur at síggja á heimsins leiðandi mótablaðið, Vogue.
Teir 19 redaktørarnir, sum hava ábyrgd av blaðnum kring allan heimin, hava tikið støðu til, at tey ikki longur vilja arbeiða við gentum undir 16 ár, sum síggja út sum tær hava etingarólag.
Tað siga umboð fyri blaðið við Washington Post.
Í framtíðini skulu starvsfólkini hjá blaðnum kanna prógvini hjá gentunum, áðrenn nakrar myndir vera tiknar, og áðrenn tær sleppa á pallin. Hetta eru at meta sum stór framstig, metir stovnarin av The Model Alliance, sum arbeiðir við
rættindunum hjá modellum.
- Tær flestu útgávurnar av Vogue brúka ov ungar gentur, so at Vogue nú bindir seg til at brúka gentur yvir 16 ár er eitt stórt framstig, sigur Sara Ziff við eb.dk
Hon heitir á aðrir mótamiðlar um at gera tað sama sum Vogue nú hevur gjørt.










