Vogue bað um myndir

Teir báðir føroysku myndamenninir, ið tóku myndir av Mótaframsýningini Funky Faroe Islands, hava fingið ein risa møguleika fyri at fáa sínar myndir í heimsins størsta mótatíðarrit.


<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$ Enska útgávan av Vogue, setti seg gjøgnum blaðkvinnuna Wendy Scott í samband við myndamenninar og bað um, at fáa teirra myndir av framsýningini við føroyskum sniðum sendandi, soleiðis at blaðið kundi gera taka støðu til, um hesar skuldu prentast í blaðnum. Janus Gunnarsson, ið var ein av myndamonnunum til tiltakið legði ikki skjól á, at hetta var ein spennandi avbjóðing, og hann ætlaði tí uttan at blunka at senda myndirnar til Vogue.