Skotski landsliðsvenjarin vildi ikki longur finna seg í lemjandi atfinningunum, sum hann hevur verið fyri
Trýstið byrjaði longu í fyrsta dystinum hjá Vogts sum venjara. Móti Føroyum á Svangaskarði vóru skotar hepnir at fáa ein 2-2 javnleik, og so stóðu miðlarnir til reiðar.
Tað eydnaðist tó skotum at stríða seg fram til play-off dystirnar í seinastu undankapping, men hetta var kortini ikki nóg mikið, og nú inniverandi undankapping á ringast hugsandi hátt, hevur trýstið verið ovurstórt.
Gitt hevur verið, at einasta orsøkin til, at skotska fótbóltssambandið ikki segði honum úr sáttmálanum var, at hetta vildi kostað ov nógv, men nú skulu teir so ikki hugsa um tann postin longur.
Spurningurin er so, hvør verður nýggjur skotskur landsliðsvenjari. Uppgávan tykist í løtuni sera ótakksom, og eftir viðferðina, sum Vogts hevur fingið, er ilt at ímynda sær ein venjara, sum av fríum huga fer í sessin.