Landsdystur
Eftir ætlan skuldu vit longu í blaðnum í gjár kunna sagt, hvussu endaligi skotski hópurin móti Føroyum fer at síggja út. Frá sktotskum miðlum vóru boðini undan vikuskiftinum nevnliga, at Berti Vogts longu mánamorgunin fór at gera av, hvørjir sjey leikarar skulu sáldast úr 25-manna stóra bruttohópinum, men tað tykist tó kortini, sum um venjarin hevur nakað at hugsa um.
Týsmorgunin vóru boðini úr skotska fjølmiðlaheiminum nevnliga broytt. Nú væntaðu teir ikki, at Vogts fór at taka endaliga hópin út fyrr enn týskvøldið. T.v.s. eftir evstamark okkara. Høvuðsorsøkin til hetta er, at fleiri av lyklaleikarunum hjá Vogts hava onkrar smávegis snuddir, men eisini er spenningurin stórur, hvørt løku avrikini móti eitt nú Danmark herfyri fara at fáa avleiðingar fyri onkrar av meira royndu leikarunum.
Eitt nú fanst Vogts eftir dystin moti Danmark at teimum báðum, Paul Lambert og Barry Ferguson, sum báðir mugu roknast fyri avgjørdu lyklaleikararnar á liðnum. Hálva vegna varð spurningur settur, um teir ikki líktust ov nógv í spælistíli, og um pláss tískil var fyri báðum teirra á vøllinum.
Skotsku miðlarnir rokna tó fyri víst, at teir báðir vera við í hópinum, men spurningurin er kanska, um Vogts torir at taka báðar teirra út, fyri síðani at seta annan á beinkin.
Sum sagt skuldi endaligi hópurin hjá Skotlandi takast út eftir evstamark okkara týsdagin, og verður meira helst at frætta um hetta í blaðnum í morgin. Teir 25 í skotska bruttohópinum vóru ananrs hesir:
Neil Alexander (Cardiff), Robert Douglas (Celtic), Paul Gallacher (Dundee), Graham Alexander (Preston), Stephen Crainey (Celtic), Christian Dailly (West Ham), Maurice Ross (Rangers), Robbie Stockdale (Middlesbrough), David Weir (Everton), Lee Wilkie (Dundee), Barry Ferguson (Rangers), Scot Gemmill (Everton), Paul Lambert (Celtic), Derek McInnes (WBA), Kevin McNaughton (Aberdeen), Dominic Matteo (Leeds), Gary Naysmith (Everton), Scott Severin (Hearts), Gareth Williams (Nottingham F.), Stephen Crawford (Dunfirmline), Paul Dickov (Leicester), Scott Dobie (WBA), Allan Johnston (Middlesbrough), Kevin Kyle (Sunderland), Steven Thompson (Dundee)










