Tað var ólíka hjá Berti Vogts at hitta skotsku pressuna í Reykjavík leygardagin, enn tað fyri einum stórum mánað síðani var hjá honum at vera á pressufundinum á Svangaskarði.
Hesa ferð vann Skotland 2-0. Verjuspælarin Christian Dailly úr Everton stútaði eftir horna úr høgru til 1-0 í 7. minutti, og Everton álopsspælarin Gary Nayswith skoraði úr høgru til 2-0 í 63. minutti.
Berti Vogts rósti sínum spælarum fyri ? ólíka í Føroyum ? at hava verið avgjørdar og stríðshugaðar allar 90 minuttirnar. Ikki minst rósti hann málskjúttanum Christian Dailly, sum var annar av spælarunum, ið fingu stóra skolu, tí teir á Svangaskarði ikki høvdu ansað nóg væl eftir John Petersen.
? Fýra stig í Norðuratlantshavinum er ikki so galið. Vit eru oddalið í bólkinum, og vit eru við í kappingini um plássið í endaspælinum, segði Berti Vogts.
Undan kappingarbyrjan hevði hann ivaleyst verið fegin um fýra stig tilsamans í Føroyum og Íslandi. Men tá mundi hann roknað við trimum stigum í Føroyum og einum í Íslandi!
Íslendingar hava seinastu árini verið fram ímóti at kvalifisera seg, men leygardagin spiltu teir seg burtur. Teir tóktust ikki hava lært av føroyska spælinum ímóti Skotlandi. Teir royndu við longum bóltum fram til álopsspælararnar, og tað var matur fyri skotsku verjuspælararnar.