Vørn tørvar eygleiðarar

Tørvur verður helst á skikkaðum fólki at virka sum eygleiðarar fyri Vørn í 2015.

- Vørn hevur ábyrgd av skipanini við eygleiðarum á fiskiskipum og øðrum skipum, ið eru tengd at fiskiskapi.

 

Fiskiveiðieftirlitið vísir á, at talan er um virksemi, ið fer fram, bæði í føroyskum sjógvi, altjóða sjógvi og aðrastaðni, har føroysk skip, samsvarandi fiskirættindasáttmálum, kunnu reka fiskiskap.

 

- Roknast kann við, at tørvur fer at verða á skikkaðum fólki at virka sum eygleiðarar fyri Vørn í 2015. Tí hevði verið gott, um fólk, ið hava hug at royna seg sum eygleiðarar, seta seg í samband við Vørn.

 

Tað sigur Fiskiveiðieftirlitið sum vísir á, at fólk, ið kundu hugsað sær at roynt hetta, skulu sjálvandi hava heilsuprógv og prógv um, at tey hava tikið trygdarskeið.