Vøksturin heldur fram - men hann er hæsaður av

Metárið var í 2019, men síðani er hevur vøksturin verið eitt sindur minni

Tann fyrsta mars búðu 53.793 fólk í Føroyum. Tað vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni. Hetta merkir, at fólkatalið er vaksið 730 fólk hetta seinasta árið og tað svarar til ein vøkstur upp á 1,4 prosent. Hagstovan sigur, at hetta er nakað minni enn í undanfarna árið, tí tá vaks fólkatalið 1,5 prosent.

 

Fólkatalið fór at vaksa aftur fyri á leið átta árum síðani. Vøksturin setti met í 2019, tá yvir 900 fólk løgdust aftur at. Síðani tá er vøksturin viknaður nakað, soleiðis at ímillum 700 og 800 fólk nú leggjast aftur at um árið  Sostatt heldur fólkavøksturin fram, og 1. mars búðu 53.792 fólk í Føroyum.

 

Vøksturin seinasta árið kemur av, at 216 børn vórðu fødd fleiri enn tað vóru fólk, sum doyðu. Samstundis fluttu 514 fólk fleiri til Føroya enn tað fluttu úr Føroyum. Hetta merkir, at nettotilflytingin er vaksin, men hinvegin er burðaravlopið væl minni enn í farna árið. Orsøkin til tað er bæði, at færri børn vórðu fødd seinasta árið, og at talið á deyðum hevur verið hægri enn vanligt.