Verður ójavnin ov stórur verður viknar tað samhaldsfasta samfelagið skjótt, tá fáa vit eitt samfelag har eingi onnur virði eru enn pengar og meira pengar. Fólk fáa eina syndarliga lagnu, av teimum sum hava verið heppin, tí tá fara eingi at hjálpa teimum í eru í neyð.
Við hesari gongdini hjá hesum samgonguni, útlit fyri betri korum fyri tey fátøku eru vánalig við hesari samgonguni . Tað átti tí at verið áhugamál hjá øllum, at munurin á fólki ikki gerst stórur, tí samfeløg við høgum ójavnaði eru lond sum eru á menningarstigi.
Hesar sannroyndir kann ein síggja við egnum eygum, um ein fer til Latin Amerika, har eg sjálvur havi búð og sæð hvussu sera høgravend lond eru skipaði.
Børnini eru tey, sum eru harðast rakt av ójavnanum, tey missa sjálvsáliti heilt tíðliga í livinum og blíva tí til ógagn heldur enn gagn hjá samfelagnum. Rúsdrekka og rúsevni verður oftani ein stórur trupulleiki hjá sovorðnum familjum. Tey verða fullkomiliga avskorin frá at taka lut í samfelags kjakinum m.a. Av sjálvsvirðing er á ógvuliga lágum stigi og fáa onga ávirkan á sína egnu støðu.
Eitt samfelag, sum ikki vil telja teg upp í samfelagið, er eitt siðspilt samfelag, sum skal broytast til at fevna um øll í Føroyum.