Vøggustovan verður ikki bygd nú

Í Sørvágs kommunu hava tey arbeitt við einari ætlan at byggja vøggustovu á planeraða økinum beint yvir av verandi dagstovni, Alvalon. 

 

Henda myndin er tikin fyri tíð síðan, tá arbeiðið við gongusmoguni í Sørvági var í gongd.

- Men, við tað, at byggingin av vøggustovuni verður væl dýrari enn væntað, hava vit valt at taka ein steðg.

 

Tað sigur borgarstjórin í Sørvágs kommunu, Eyð Ellingsgaard, sum heldur, at við broytingum á verandi stovni ber til at húsast her í eina tíð aftrat. 

 

Í Sørvágs kommunu er eisini frítíðarskúli, og hesin er í gomlu sýslumanshúsunum í Sørvági. Hetta er eitt tilboð eftir skúlatíð til foreldur at børnum í 1., 2. og 3. flokki.

 

Sørvágs kommuna hevur ikki beinleiðis forskúlatilboð, men her er ungdómshús, sum eisini heldur til í gomlu sýslumanshúsunum.

 

- Ungdómshúsið er opið hvørt kvøld, og her eru børn og ung deild upp í aldursbólkar upp til 18 ára aldur, sigur borgarstjórin.

 

Í Sørvágs kommunu, sum eisini fevnir um perlurnar, Mykines, Gásadal og Bø, búgva í løtuni 1256 fólk.   

 

 

 

Henda myndin er tikin fyri tíð síðan, tá arbeiðið við gongusmoguni í Sørvági var í gongd.