Hóskvøldið verður talan um tvey lokalbrak í vodafonedeildini. Í Havn tekur HB ímóti B36, og á Toftum tekur B68 ímóti NSÍ. Men nú er ein eyka spenningur komin uppí leikin.
Fólk kunnu nú fara inn til ein umboðsmann hjá Danske Spil og vedda uppá hesar báðar dystirnar. Og oddsini eru nú klár. Taka vit dystin millum HB og B36 í Havn, so eru oddsini uppá HB-sigur 1,33, oddsini uppá javnleik eru 4,10, meðan oddsini uppá B36-sigur eru heili 6,50. Danske Spil væntar, at tað verður heldur javnari millum B68 og NSÍ á Toftum. Danske Spil hevur odds 2,55 uppá B68, odds 3,10 uppá javnleik, og odds 2,30 uppá NSÍ, sum sostatt er ein lítil favorittur. Um veddað verður uppá javnleik í báðum dystum, so verður samlaði oddsið 12,71.
Tróndur Arge og Hilmar Jan Hansen fara at siga frá báðum dystunum á Rás2 hóskvøldið.