NSÍ legði bragdliga fyri seinasta vikuskiftið. Runavíkingar vunnu á føroyameistarunum á heimavølli. Nú skulu teir á vitjan hjá Víkingi.
Fyrsti landskappingardysturin í øðrum umfari verður í kvøld. Víkingur og NSÍ spæla í Sarpugerði.
Víkingur tapti fyri EB/Streymi síðsta vikuskiftið og skal royna at fáa fyrstu stigini í skjáttuna. Tá fór Evrard Blé út stutt fyri hálvleik, men miðvallarin er tøkur aftur.
Klæmint A. Olsen, sum skeyt annað málið fyri NSÍ síðsta vikuskiftið, er leikbannaður. Hann fekk reytt kort seinast, tá hann meiddi Rógva Poulsen.
Dysturin byrjar klokkan 18.00.










