Vodafonedeildin lík triðbestu donsku deildini

Tað hevur vakt ans í donskum fjølmiðlum, at Daniel Udsen er úttikin og millum annað bold.dk hevur gjørt samrøðu við miðvalllarleikaran um hetta.

 

Í hesum práti verður Daniel Udsen spurdur, um støði í føroysku Vodafonedeildini. Sambært honum minnir tað um donsku 2. division, men tey bestu føroysku liðini høvdu staðið seg í næstbestu donsku fótbóltsdeildini.

 

Annars sigur Daniel Udsen, eins og hann segði við Rás2 fyrr í vikuni, at hann gleðir seg til altjóða uppgávurnar. Ikki minst tí, at hann noyddist at geva avboð til venjingardystin móti Íslandi, sum hann varð úttikin til fyrr í ár.