Í kjalarvørrinum av Ver hjá Føroya Tele, svarar Vodafone nú aftur við RED, við fríari talu, sms og internet.
Tað gekk bert eitt samdøgur frá tí, at Føroya Tele bjóðaði sítt Ver konsept fram, til Vodafone svaraði aftur.
Telefelagið bjóðar nú øllum sínum kundum Vodafone RED við fríari talu, fríum sms'um og internet íroknað.
- Talan er um púra vanlig hald, sum kundar hjá Vodafone kenna tað í dag. Kundarnir koma ikki at uppliva nakra broyting, um teir velja RED - bara lægri prísir, sigur Gudny Langgaard, stjóri í Vodafone.
Bíligasta haldið verður RED S fyri 299 krónur. Red M fer at kosta 379 krónur, og Red L fer at kosta 449 krónur um mánaðin. RED haldini geva nógv fleiri møguleikar at snikka saman hald og eykatænastur, sum kundin ynskir. Stóri munurin millum RED haldini er, at størru haldini hava eina munandi mongd av internet íroknað.
Nýggju RED haldini fara sum nakað nýtt at hava internet íroknað.
– Øll haldini fara at hava internet íroknað. Vit vita, at tørvurin á internet á fartelefonina er vaksandi, og tað er framtíðin, at fartelefonin fer at brúkast nógv meira til at vera online, líkamikið hvar tú ert, sigur Gudny Langgaard.
Tað er eisini mongdin av internet, sum er stóri munurin millum nýggju RED haldini. Í tí størsta Vodafone haldinum fært tú heili 1 GB við í haldinum, í RED M 500 MB og RED S hevur 100 MB íroknað hvønn mánað.
– Hetta er ein munandi príslækking á talu og internet í einum, sum veruliga fer at gera mun hjá okkara kundum, sigur Gudny Langgaard.