Vodafone almannakunngjørdi fríggjadagin ársroknskapin fyri 2012, og hann vísti eitt sera gott úrslit. Áðrenn skatt var úrslitið 7,7 miliónir krónur og eftir skatt 6,3 milliónir krónur.
- Tað eru fleiri orsøkir til góða úrslitið. Vit hava merkt eina lítla kundaframgongd, men tað er serliga á øktum tænastum, at úrslitið er betrað, sigur Gudny Langgaard, stjóri á Vodafone.
Talan er um nýggjar tænastur.
- Tað er serliga innan datanýtsluna, at vit hava merkt økta nýtslu, sigur Gudny Langgaard.
Men eisini gjøgnnum samráðingar um at endurnýggjan av sáttmálum hevur Vodafone fingið betri prísir.
- Tað verið seg sáttmálan við FT Net, eins og nýggjar og betraðar sáttmálar við veitarar, bæði í Føroyum og uttanlands, sigur Gudny Langgaard.
Vodafone hevur seinasta árið gjørt innanhýsis tillagingar við nýggjum bygnaði, nýggjari leiðslu og øðrum broytingum, ið hava veri við til at menna raksturin og kappingarførið hjá fyritøkuni.
- Á Vodafone hava vit havt fokus á starvsfólkatrivnað og starvsfólkamenning. Hetta er ein lykil til framgongd í fyritøkuni. Innovatión hevur eisini merkt fyritøkuna í 2012, og tí stendur produktmenning og nýmenning av tænastum ovarlaga á dagsskránni, sigur Gudny Langgard, stjóri.
Nýggj leiðsla
2012 er fyrsta heila árið, at Gudny Langgaard hevur verið stjóri á Vodafone.
- Eg tók við 1. august 2011, so ja, 2012 er fyrsta heila árið við mær sum stjóra. Vit hava merkt eina rættiliga stóra útskifting í starvsfólki, men tað er náttúrligt, tá ein nýggj leiðsla tekur við, sigur Gudny Langgaard.
Seinastu árini hava verið upp og niður hjá felagnum.
Í 2008 vísti roknskapurin eitt avlop á 2,97 milliónir, 2009 eitt undirskot á 884.000 krónur, 2010 aftur eitt avlop á 1,67 milliónir, áðrenn 2011 gav eitt tap á 1,27 milliónir krónur.
- Avlopið eftir skatt á 6,334 milliónir krónur er tað næstbesta hjá felagnum nakrantíð, sigur Gudny Langgaard.
Yvirskotið av rakstrinum áðrenn skatt er 7,7 mió. kr. Tað er ein framgongd á 9,3 mió kr. Yvirskotið eftir skatt er 6,3 mió. kr.. Tað er ein framgongd á 7,6 mió. kr. samanborið við árið fyri.
- Marknaðarparturin hjá Vodafone liggur samlað um tey 25%, og tað er ok. Sjálvandi vildu vit havt ein størri marknaðarpart, og tað er eisini tað, vit miða ímóti. Parturin av fastnetkundum liggur um 17-18%, meðan GSM-marknaðurin liggur um tey 30%, og samlað altso eini 25% av marknaðinum, sigur Gudny Lagnggaard.
Tað starvast 31 fólk hjá Vodafone í dag.