Teir tríggir vodafonedystirnir eru AB-EB Streymur, HB-B71 og B36?Víkingur.
Fyrsti dysturin verður týskvøldið 27. juli klokkan 18 millum AB og EB Streym. Dysturin er fyrsti dysturin á tí nýggja graslíkisvøllinum úti í Vika á Argjum, har nýggja áskoðaraskýlið eisini verður tikið í nýtslu.
Nógv verður gjørt burturúr og Havnar Hornorkestur spælir í samband við dystin. Jógvan Arge, formaður í mentamálanevnd Tórshavnar býráðs fer at siga nøkur orð, og Heðin Mortensen, borgarstjóri, sparkar fyrsta bóltin til formannin í AB, Andrass Drangastein.
Næsti dysturin er millum HB og B71. Hetta er eisini vodafonedystur, sum verður spældur á ovara vølli í Gundadali ólavsøkuaftan klokkan 18.30.
Ólavsøkudag klokkan 16 verður vodafonedystur millum B36 og Víking á ovara vølli í Gundadali.
Vodafonedystirnir eru samstundis eisini steypadystir, har Tórshavnar kommuna letur steypini.
Triðja ættarlið innan fótbóltsfrásagnir, Tróndur Arge fer at siga frá øllum ólavsøkudystunum á Rás2.










