Vodafone fer oman í býin

Frá í morgin hevur Vodafone fingið nýggja adressu. Felagið flytir nevniliga úr bygninginum hjá Posta á Óðinshædd oman í bygningin í Bókbindaragøtu, har millum annað Kaupthing og Fiskimálaráðið áður hava hildið til.


Gudny Langgaard, stjóri á Vodafone, sigur, at hetta er endin á eini tilgongd, ið hevur vart í tvey, trý ár.

- Fyri tveimum, trimum árum síðani avgjørdu vit, at neyðugt var at flyta. Hesa tíðina hava vit umhugsa um vit skulu byggja ella leiga, og vit hava kanna nógvar møguleikar á økinum, sigur Gudny Langgaard.

 

Talan var um, at Vodafone skuldi leiga ein bygning, sum Búsetur skuldi byggja við Marknagilsvegin, men hendan ætlanin er nú slept.

- Tað tók ov drúgva tíð at fáa byggiloyvi. Búsetur skuldi byggja bygningin, men sum frá leið vísti tað seg, at verkætlanin bleiv ov dýr. Tí valdi vit at taka okkum úr avtaluni, og hava nú valt hendan møguleikan, sigur hann.

 

Hon sigur, at staðsetingin á Óðinshædd er sera góð, men hølini eru tíverri ikki nøktandi.

- Tey hava ikki verið viðlíkahildin í nógv ár, men nú er Posta farið í gongd við tað. Eisini er tað ov trongt her til okkara tørv, og flytingin fer at geva okkum umstøður at veksa, sigur hon.

 

- Nýggi bygningurin fer at geva okkum betri umstøður fyri bæði starvsfólk og kundar, sigur Gudny Langgaard, sum annars bjóðar øllum vælkomin inn á gólvið í Bókbindaragøtu í morgin.