– Á Vodafone fegnast vit um nýggju kappingina frá Føroya Tele. Øll kapping er til fyrimuns fyri kundan, og tað er at fegnast um.
Tað sigur Gudny Langgaard, stjóri á Vodafone. Hon vísir á, at tá Vodafone, ið fyrr var Kall, varð stovnað júst fyri at skapa kapping á teleøkinum, tí trívast vit væl í kapping.
– Nýggju prísirnir vísa eisini, at telefoni er í stórum broytingum og flytir seg alsamt meiri frá talu og sms til data. Hettar løgdu vit okkum í geyma, tá ið vit snikkaðu ON kortini til, tí vit vildu veita tænastu til hettar relativa nýggja økið, meðan Føroya Tele lækkar prísin á gomlu økjunum. Vit endurskoða sjálvandi okkara prísir og koma eisini at tillaga teir ein av komandi døgunum, sigur Gudny Langgaard, stjóri á Vodafone.










