Vodafone bjóðar í føðingardag

Allir føroyingar eru boðnir í 10 ára føðingardag hjá Vodafone leygardagin, har svimjihallir, bowlinghallir og skoytubreytin í Tórshavn taka ímóti føðingardagsgestunum. Tíðin gongur við rúkandi ferð, og nú eru longu 10 ár gingin, síðani føroyingar fyrstu ferð kundu keypa telefoni og aðrar samskiftistænastur frá Vodafone, tá undir navninum Kall.

Vodafone heldur 10 ára føðingardagin, sum er í morgin, leygardagin 9. apríl, við einum stórum og landsfevnandi rørslutiltaki fyri føroysku familjuni.

Á føðingardegnum kunnu allir føroyingar svimja, bowla ella renna á skoytum ? púra ókeypis!

Fólk kunnu svimja ókeypis í Sørvági, Leirvík, Vági, Tvøroyri, Fuglafirði, Toftum og í Klaksvík. Tað er bara at minnast til svimjiklæðir, handklæðir og svimjuringar o.a. til børnini. Upplatingartíðirnar eru tær, sum eru alment galdandi hjá nevndu svimjihyljum.

Fólk kunnu eisini bíleggja sær ein bowlingbana í ein tíma annaðhvørt í Tórshavn ella í Leirvík. Tími og bani eru ókeypis leygardagin.

Og so er eisini kjansur at renna á skoytum á Tórshavnar Skoytibreyt kl. 9.00 ? 15 leygardagin. Hetta er samstundis síðsta útkall at royna skoytubreytina, áðrenn hon verður tikin niður fyri hesu ferð.

Gloym ikki, at Vodafone hevur almenna móttøku í Skálanum í Norðurlandahúsinum í dag, fríggjadagin 8. Apríl, klokkan 15 ? 17.