Vodafone 2 mió. kr. í yvirskoti

Árið 2010 hjá Vodafone royndist heldur frægari enn 2009, og avlopið í fjør var 2 mió.kr. fyri skatt. Botnlinjan er batnað 3,1 mió. kr, og tað er orsaka av minkandi útreiðslum. Nú eru 10 ár eru gingin, síðani Vodafone kom á marknaðin við sínum tænastum. 9. apríl 2001 bjóðaði felagið fyrstu ferð fastnet tænastur til føroyska brúkaran. 10 ár seinni kann felagið gera status við einum marknaðarparti uppá millum 25% og 30% av samlaða føroyska fjarskiftismarknaðinum.

- Hesa høvuðsgongd fegnast vit í Vodafone um, og vit eru eisini rímiliga nøgd við, at seinasta árið hevur roynst betri enn kreppuárið 2009, sigur Bjarni A. Bjarnason, stjóri í Vodafone.

Roknskapurin fyri 2010 vísir eitt yvirskot á 2 mió.kr. fyri skatt í 2010, samanborið við eitt hall uppá 1,1 mió.kr. fyri skatt í 2009. Samlaða marknaðarstøðan hjá felagnum er so at siga óbroytt frá 2009 til 2010.

Høvuðsorsøkin til yvirskotið er minni útreiðslur, tí umsetningurin stóð meira ella minni í stað frá 2009 til 2010.

- Tillagingar í rakstrinum halda fram í 2011 við tí fyri eyga at fáa ein betri javnvág millum inntøkur og útreiðslur, so íløgur framhaldandi kunnu gerast í framtíðar fjarskifti í Føroyum, sigur Bjarni A. Bjarnason.

Felagið metir eisini, at tað er alneyðugt, at myndugleikarnir dagføra fjarskiftisreglurnar til nútímans evropeiskar reglur, og at almenna netið verður lagt í eitt sjálvstøðugt partafelag. Eisini er alneyðugt at kappingareftirlitið verður styrkt til frama fyri brúkaran og feløgini á marknaðinum.