Vodafone kunnger í dag ársroknskapin fyri 2011. Hann vísir, at 2011 var eitt avbjóðandi ár fyri Vodafone við einum undirskoti av rakstrinum á 1,3 milliónir krónur, ið er ein afturgongd á 2,9 mió. kr. samanborið við árið fyri. Úrslitið er ikki nøktandi.
Ein høvuðsorsøk til lakara úrslitið í fjør er, at miðalnýtslan av fjarskiftistænastum fyri hvønn kunda minkaði. Kundar vísa seg at vera varnir við síni nýtslu, møguliga orsakað av búskaparligu støðuni í samfelagnum sum heild. Kappingin harðnaði, eins og tap vóru uppá skuldarar.
Rakstrarískoytið (EBITDA) lækkaði úr 12,5 milliónir krónur til 9,6 milliónir krónur í 2011. Seinna hálvár 2011 vórðu rationaliseringar framdar og dentur bleiv lagdur á søluarbeiðið. Broytingarnar hava steðgað víkjandi søluni, og rakstrarískoytið 4. ársfjórðing var á knappar 3 mió. kr. og stostatt nøktandi. Hetta boðar frá einari jaligari gongd, og úrslitið higartil í 2012 er harumframt munandi betur.
Fremsta uppgávan hjá nýggju leiðsluni í Vodafone er at venda gongdini við at ganga nýggjar leiðir og við nýhugsan. Kappingarførið skal økjast. Menning og útbygging av tænastum og produktum standa ovarlaga á dagsskránni saman við fleiri innanhýsis broytingum og betranum.
Árið í fjør var annars merkt av stjóraskifti, innanhýsis broytingum og tekniskum framstigum. So hóast búskapar- og fíggjarstøðan í samfelagnum framvegis er óstøðug væntar leiðslan eitt væl frægari úrslit í ár samanborið við í fjør.
Vodafone fegnast um, at landsmyndugleikarnir arbeiða við nýggjari fjarskiftislóg. Vónandi koma tele- og fjarskiftisreglurnar upp á nútímans evropeiskt støði, m.a. hvat javnbjóðis kappingarumstøðum viðvíkir.