Broytingarnar verða framdar leypandi í mars, og nýggju prísirnir eru galdandi frá 15. mars at rokna. Vodafone setur nú eisini ferð á internetið í Føroyum.
Fyrr í dag boðaði Føroya Tele frá, at fyritøkan somuleiðis setir ferðina á internetinum upp og prísirnar niður.
Ferðin á skjótasta sambandinum hjá Vodafone fer nú upp í 20 megabit. Samstundis økist ferðin á øllum ADSL internethaldum til privatkundar, sum hava flatrate frá Vodafone. Prísurin á øllum haldum fer eisini niður.
Higartil hava privatkundar í mesta lagi kunnað keypt internetferð á 10 megabit, men Vodafone økir nú ferðina á hesum haldum upp til 20 megabit. Tað fer at kosta 495 krónur um mánaðin, sum er ein príslækkan á 300 krónur.
Vodafone fremur hesar broytingar sjálvvirkandi fyri sínar kundar. Broytingarnar verða framdar leypandi í mars, og prísirnir eru galdandi frá 15. mars at rokna.