Vladimir Putin hevur knúst friðin í Evropa

- Men, hann hevur eisini undirmett Ukraina og styrkina og samanhaldið í Nato, segði Nato-aðalskrivarin í dag.

Jens Stoltenberg, Nato-aðalskrivari, hevði seinnapartin í dag tíðindafundi úr Lettlandi. 

 

Her segði aðalskrivarin, at Vladimir Putin hevur undirmett Ukraina og Nato í samband við innrásina í Ukraina.

 

Hann segði eisini, at russiski forsetin hevur knúst friðin í Evropa.

 

- Hann heldur fram við at fremja ágang og oyðileggingar móti ukrainska fólkinum og landinum.

 

Jens Stoltenberg legði dent á, at Vladimir Putin av álvara hevur undirmett Ukraina.

 

- Forsetin hevur eisini undirmett styrkina og samanhaldið í Nato, legði Nato-aðalskrivarin aftrat.