Vlada burtur í eitt hálvt ár

Arnhold Berg hevur ilt við at koma seg heilt eftir knæskaðan, og tað er óvist, um Bjarni Jørgensen verður førur fyri at spæla móti HB

SKÁLA

Á Skála og á Strondum er fótbóltsfepurin framvegis eins høgur, og hann hevur verið tvey tey seinastu árini. Kanska er hann eitt vet hægri, enn hann nakrantíð hevur verið. Í hvussu so er, so er tað framvegis soleiðis, at Skála er á odda, og at teir harvið liggja best fyri í FM kappingini.
Sunnudagin verður toppdystur á Skála, tá ið HB fer at vitja, og tað er longu greitt, at manningarligu fyritreytirnar hjá Skála ikki eru so góðar, sum tær hava verið.
Sambært heimasíðuni hjá Skála Ítróttarfelag, so varð málverjin, Vlada Filipovic, lagdur undir skurð á Landssjúkrahúsinum á middegi mánadagin. Hælsinan varð seymað saman aftur, og boðini, sum málverjin fekk, vóru, at hann skal halda seg heilt burtur frá fótbólti næsta hálva árið, og tríggjar tær fyrstu vikurnar skal hann halda seg heilt í frið á Strondum, har hann býr.
Tað vil við øðrum orðum siga, at Skála málverjin ikki fer at spæla aftur í ár, og um hann heldur seg til tað, sum læknarnir hava givið honum boð um, so verður hann heldur ikki millum áskoðararnar, tá ið HB sunnudagin fer at spæla á Skála.
Sunnudagin loysti Eugen Voda av í Skála málinum, og tað verður eftir øllum at døma hann, sum fer at verja málið sunnudagin.
Har ein skriðan er lopin, er onnur væntandi, plagar at verða tikið til. Sunnudagin noyddist evnaríki Skála miðvallarin, Bjarni Jørgensen, at gevast í Klaksvík. Í kapprenning við mótstøðumann steðgaði hann knappliga á og bað um at sleppa av vøllinum. Talan er um vøddaskaða. Bjarni hevur ikki vant síðani, og á Skála hava teir ikki góðar vónir um, at hann fer at verða tøkur sunnudagin móti sínum barndómsfelag.
Tað hevur heldur ikki gingið nakað serligt hjá Arnholdi Berg síðstu tíðina. Krútsterki verjuspælarin var burturi frá alla fyrru hálvu orsaka av krossbandsskaða. Undan summarsteðginum spældi hann onkra løtu, og eftir stutta summarsteðgin tóktist tað sum um, at hann hevði vunnið fast pláss á høgra vongverja. Men tær seinastu ferðirnar hevur Arnhold spælt lítið. Orsøkin er tann, at tað er torført hjá honum at koma seg heilt eftir knæskaðan.
Oman á allar skaðarnar, sum plága oddaliðið, telur tað á positivu síðuni, at veteranurin Alexandur Johansen, sum mest sum einki hevur spælt í ár orsaka av fótskaða, nú er við aftur. Hann var eina løtu á vøllinum í Klaksvík, og tað kann væl fara at vísa seg, at hann kann gerast rættuliga týdningarmikil í endaspurtinum.