Marjun Dalsgaard
Forkvinnan í Radikala Vinstraflokkinum, Marianne Jelved, ætlar sær ikki at skipa stjórn saman við Anders Fogh Rasmussen, sigur hon. Men baklandið murrar. Fleiri eru í flokkinum, sum fegin vilja hava ávirkan, og tað sær ikki út til, at tað gevur nakað sum helst at halda saman við Javnaðflokkinum í dag. Javnaðarflokkurin stendur til ein søguligan ósigur.
Um Radikali Vinstraflokkurin peikar á Fogh eftir valið, verður hetta mett sum ein rein borgarlig stjórn, hóast Radikali Vinstraflokkurin er ein flokkur, sum er kendur fyri at reka politikk eftir einkultum málum og ikki uttan víðari kann staðsetast høgrumegin ella vinstrumegin miðjuna. Hyggur tú eftir skattapolitikkinum, er flokkurin høgrumegin Vinstraflokkin og ynsk-ir, eins og teir Konservativu, skattalætta ? eisini galdandi fyri toppskattin.
Hinvegin liggur flokkurin vinstrumegin Javn-aðarflokkin í mun til innflytara- og flóttafólkapolitikk. Á hesum økinum hevur Javnaðarflokkin tikið yvir politikkin há VK stjórnini í valstríðnum.
Radikali Vinstraflokkurin hevur samstarvað við Javnaðarflokkin síð-an fyrst í 90?unum, og júst Jelved og Lykketoft eru kend fyri at vera ein góð greipa. Í ongum føri er Jelved samd við Fogh, hon hevur tvørtur ímót fleiri ferðir sagt undir valstríðnum, at hon undir ongum umstøðum fer at stuðla einari VK stjórn. Hetta er millum annað av tí, at Anders Fogh í trý ár hevur brúkt Danska Fólkaflokkin sum parlamentariskt grundarlag, tað heldur hon í sjálvum sær er skeivt. Jelved vil heldur ikki vita av hvørki skattasteðgginum ella útlendingapolitikkinum hjá Anders Fogh Rasmussen.
Javnarðflokkurin stóri taparin
Tað er tó ikki vist, at Marianne Jelved sleppur at avgera hetta einsamøll. Fleiri limir hava nú sagt, at, er møguleiki fyri at fáa ávirkan, er tað skeivt ikki at taka hann ? kanska serliga tí tað tekur valdið frá ringasta fíggindanum, Danska Fólkaflokkinum, sum er tann flokkurin, ið liggur longst burtur frá Radikala Vinstraflokkinum á øllum økjum.
Meðan tað gongur framá hjá Marianne er Mogens stóri taparin. Tað hevur verið greitt eina tíð, men skal ein trúgva kanningini hjá Megafon 26. januar stendur Javnaðarflokkurin til ein søguligan ósigur, og Vinstraflokkurin til ein søguligan sigur. 1023 fólk eru spurd, og
Javnaðarflokkurin fær bert 25,1 % av atkvøðunum í mun til 29,1 % í 2001. Vinstraflokkurin fær 33,4 % móti 31,2 % í 2001. Tó skal sigast, at tað er munur á kanningunum, sum verða gjørdar av ymisku stovnunum. Sama dag gevur ein Vilstrupkanning Javnaðarflokkinum 26,9 % og Vinstra 31,3. Eisini er munur á prosentunum, sum Radikali Vinstraflokkurin fær. Í Mega-fonkanningini fær flokkurin 8,1 %, meðan hann fær 9,4 í Vilstrup kanningini.
Radikali Vinstraflokkurin hevur undir øllum umstøðum eina stóra framgongd og eftir Vilstrupkanningini fær hann 17 tinglimir í mun til bert 9 í 2001. Tað merkir at Vinstri, Konservativu og Radikali Vinstraflokkurin tilsamans hava 92 tinglimir og hava sostatt meirluta, um úrslitið verður tað sama 8. februar.
Eftir Vilstrup kann-ingini 26. januar er Danski Fólkaflokkurin sostatt ikki longur triðstørsti flokkur í Danmark. Konservativu fara fram og fáa 19 tinglimir móti 16 í 2001, meðan Danski Fólkaflokkurin fær 18 móti 22 í 2001, og Radikali Vinstra-flokkurin altso fær 17 limir. Vinstri stendur til at fáa 56 limir, meðan Javnaðarflokkurin fær 49.