VKO-meirlutin hjá donsku stjórnini er burtur

Meirilutin hjá donsku stjórnini, saman við Danska Fólkaflokkinum, er burtur. Hetta er aðru ferð á rað, at flokkurin hjá Piu K. gongur væl aftur, meðan donsku sosialdemokratarnir hava framgongd.

Donsku sosialdemokratarnir ganga nógv fram og flokkurin hevur nú yvirhálað Vinstra, og er, sambært nýggjastu veljarakanningini hjá kanningarstovninum Rambøll, størsti flokkur í Danmark.
Danski Fólkaflokkurin stendur til at missa seks pláss, í mun til somu kanning í august. Seinastu vikurnar hevur nógv rok verið um Danska Fólkaflokkin. Millum annað hevur innanhýsis klandur verið og málið um tekningarnar av Muhammed profeti, sum ungmannafelagið stuttleikaði sær við á eini legu, hava ikki gjørt støðuna betur.
Í sama tíðarskeiðið er Sosialdemokratíið farið fram við 5,5 prosentstigum. Flokkurin hevði fingið 27,9 prosent av atkvøðunum um val var nú, skrivar Jyllands Posten.