Vivino mennir seg í fullari ferð og hóast tað einans er hálvtannað ár síðani peningur seinast var skotin í felagið, so leitar Heini Zachariassen aftur eftir íleggjarum. Tað vil siga, honum tørvar ikki at leita so nógv, tí íleggjararnir koma til hansara.
- Teir ringja nærum dagliga, sigur Heini Zachariassen í eini langari samrøðu við computerworld.dk. Hann sigur, at tað eru nøkur av allar størstu váðafæsfeløgunum, sum nú seta seg í samband við hann, áhugaði at seta pening í felagið.
- Lat meg siga tað soleiðis: Tað sær sera lovandi út, sigur hann.
Seinast vóru 60 milliónir krónur settar í felagið og millum íleggjararnar tá, var Janus Friis, maðurin, ið grundlegði Skype.
- Eg kann ikki við vissu siga, um upphæddin verður størro hesu ferð enn seinastu, men nógv er hent síðani seinast. Vit eru nógv, nógv størri í dag, sigur Heini Zachariassen.
Gongdin hjá felagnum er sera góð. Einans í oktobur fekk tænastan fleiri enn 500.000 nýggjar brúkarar. Síðani ársskiftið er talið av nýtarum meiri enn tvífaldað, til 6,7 milliónur í dag.
Vivino er ein app til snildtelefonir, sum skal hjálpa tær at avgera, hvørja vínfløsku tú skalt keypa. Tá tú stendur við fløskuni í hondini, kanst tú taka eina mynd av henni við Vivino-appuni á telefonini. Appin fortelur tær síðani alt, tær tørvar at vita um vínfløskuna, og hvat onnur halda um hetta vínið.
Í april 2013 hevði tænastan eina millión nýtarar. Í januar 2014 vóru tríggjar milliónir nýtarar og í dag eru so 6,7 milliónir nýtarar.
Les alla samrøðuna við Heina Zachariassen her.