Í nøkur ár hevur hoyvíkingurin Heini Zachariassen ment Vivino, sum í dag er nógv tann størsta vín-appin í heiminum.
Fyrstu árini hevur talan miðvíst verið um at skapa vøkstur og vinna alt fleiri brúkarar, men nú tykist gongd vera komin á funkur, sum kunnu vinna felagnum pening.
Fyri stuttum kunngjørdi Vivino samstarvsavtalu við donsku handilsketuna, Netto, og í dag hevur felagið kunngjørt nýggja shopping-funku á appini.
Á app’ini ber nú til at síggja, um ávísa vínið er fevnt av handilsavtaluni hjá Vivino, og er tað tað, so er bara at trýsta á ein knøtt – so verður vínið borið til dyrnar, skrivar felagið í tíðindaskrivi. Her í Føroyum ber hetta tó neyvan til, tí rúsdrekkalógin forðar fyri, at privatpersónar sjálvir bíleggja vín.
Vivino hevur í dag fleiri enn 11 milliónir brúkarar.











