Vivienne Westwood er deyð

Kendi sniðgevin og handilskvinnan Vivienne Westwood er deyð, 81 ára gomul.

 

Hon andaðist í dag, friðaliga, og við familjuni kring seg í heimi sínum í Clapham í London.

 

Westwood er kend fyri ikki altíð at hava hildið nógv um myndugleikar ella yvirvald, og í sjeytiárunum gjørdist hon kend fyri sniðgeving við íblástri frá punkbylgjuni.

 

Síðani gingu tey kendu innan mótaheimun í pløggum, sum hon hevði sniðgivið.

 

Westwood arbeiddi tætt saman við manni sínum, Andreas Kronthaler, og hann sigur sambært BBC, at hann heldur fram við “Vivienne í hjartanum”, og tey arbeiddu til tað síðsta, og at hon hevur givið honum nógv at halda áfram við.

 

##med2##

 

##med3##