Til hetta er at siga, at viðkomandi starvsfólk fingu fráboðanina júst soleiðis, sum formaður Starvsmannafelagsins mælti til. Sama morgun, sum eg skuldi boða starvsfólkunum frá, ringdi eg til Gunnleiv Dalsgarð, sum síðani vegleiddi meg um, hvussu eg skuldi boða frá. Vit vóru samdir um, at sáttmálin skal skiljast soleiðis, at starvsfólkini fáa at vita, at ætlanin er at siga teimum upp, men at bæði tey og felagið hava 14 dagar til at viðgera ætlanina.
Eg havi gjørt júst soleiðis, sum formaður Starvsmannafelagsins mælti mær til. Felagið fær nú tilfarið til ummælis og hevur so 14 dagar til at meta um ætlaður uppsagnirnar.
Almenni uppsagnarpolitikkurin mælir til, at starvsfólk eiga at fáa høvi at fara úr starvinum beinanvegin. Hetta tulkaði leiðslan í SvF sum, at tey áttu at sleppa av arbeiðsplássinum við løn í somu løtu, sum tey høvdu fingið fráboðanina - hetta fyri at lætta um hjá teimum. Fyrstu dagarnir kunnu hjá summum kennast sum teir sárastu, eisini sjálvt um tey hava eina 14 daga hoyringstíð.
Starvsmannafelagið metir hinvegin, at tey ikki eiga at sleppa av stovninum, fyrr enn uppsagnirnar eru endaliga avgreiddar eftir 14 dag hoyringstíðina. Hetta er ein spurningur um tulkingar. Er tulkingin hjá Starvsmannafelagnum røtt, er hettta tað einasta, sum ivi kann vera um í sambandi við ætlaðu uppsagnirnar.
Eisini hevur verðið ført fram, at leiðslan í SvF skal hava brotið grein 2 í sáttmálanum millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálastýrið. Til tað er at siga, at leiðslan hevur onga broyting framt á stovninum, sum krevur støðutakan eftir hesi grein. Fer leiðslan at gera tað, fer hon eisini at fylgja greinini.
Vinarliga
Tróndur Djurhuus, stjóri