Vitus farin til hús

Í Vági hevur hilnast so mikið væl hjá vertunum fyri Jóansøkuni, at møguleiki er fyri, at VB skal halda summarfrí á heiðursmerkjaplássi

VB er á aldukambinum, og GÍ er í aldudalinum. Spurningurin er so, hvussu tað fer at síggjast aftur, tá ið hesi bæði liðini í kvøld fara at spæla á Vágseiði.
Nógvu tey seinastu árini hevur GÍ staðið seg væl í Vági. Skulu teir tað hesa ferð, so verður neyðugt at teir skjóta mál. Tað hevur verið sera soltið hjá gøtumonnum við málskjótingini. Í vár leigaðu teir Vitus Kofoed úr FCK. Vónin var, at hann skuldi skjóta málini. Tað megnaði hann ikki, og nú er stóri álopsmaðurin farin av aftur landinum. Atli Gregersen var leikbannaður ímóti HB, og hann er eisini leikbannaður ímóti VB.
Vágbingar liggja fram ímóti heiðursmerkjaplássunum. Lagar tað seg væl hjá teimum, so hava teir møguleika fyri at halda summarfrí ikki so langt frá toppinum. Í Klaksvík var Dan Djurhuus leikbannaður. Hann er tøkur aftur, men nú er Mortan úr Hørg leikbannaður. Dalius hevur ikki vant orsaka av sjúku, og Mindaugas noyddist av vøllinum í Klaksvík, tí hann var skaddur. Í Klaksvík var Símun Samuelsen ikki við, tí hann var skaddur. Tað verður roknað við, at hann verður tøkur ímóti sínum gomlu liðfeløgum í Gøtu.
Í Klaksvík vóru tveir ungir vágbingar fyrstu ferð á besta liðnum. Teir vóru Hans Allan Niclasen og Hartmann Hansen.