Magni Laksáfoss, VITorka
---
Hóast Føroyar hava sett sær fyri at minka um útlátið av veðurlagsgassum við 20 prosentum í 2020 er eingin minking hend enn og landsstýrið ynskir ikki at VITorka skal hjálpa til við at náa málinum. VITorka noyðist tí at flyta virksemið til útlond heldur enn at virka í Føroyum.
Politiska kósin móti grønari orku
Nógv rumbul var av COP15 ráðstevnuni í Keypmannahavn í 2009, tí nú skuldi Føroyar veruliga binda seg til at minka um útlátið og taka ábyrgd av sínum parti av veðurlagsbroytingunum.
Landsstýrið og løgtingið samtyktu, at føroyska útlátið av veðurlagsgassum skuldi skerjast við í minsta lagi 20 % í tíðarskeiðinum 2010-2020 í mun til útlátið í 2005. Verðurlagspolitikkurin staðfesti víðari, hvussu hetta skuldi gerast, m.a. við at í 2020 skuldi nýtslan av olju til upphiting vera farin niður í eina helvt.
At enda kom heildarætlanin fyri elorkuøkið í 2011, sum somuleiðis staðfesti, at nú skuldi veruliga leggjast um til grøna orku í Føroyum m.a. við vindorku og smart-grid.
VITorka fylgdi kósini
VITorka fylgdi føroysku politisku ambitiónunum og setti sær fyri at koma við eini loysn, ið veruliga gjørdi mun. Loysnin var vindorku til upphiting, tí uml. triðingurin av allari olju í Føroyum fer til upphiting, so her var nógv at heinta.
Fyri at kunna veita vindorku til upphiting er neyðugt við sterkum el-neti og eini smart-grid loysn. Verandi el-net má útbyggjast munandi um tað skal vera ført fyri at taka móti allari orkuni. Tí var valt at byrja á egnum neti fyri síðani seinni at kunna binda netið saman við verandi el-net.
Jarðfeingið var biðið um at úttala seg um verkætlanina og staðfesti beinanvegin at ætlanin hjá VITorka var í tráð við almenna politikkin á el-orku økinum við smart-grid, styrktum elneti og vindorku.
Samstarv við Landsstýrið
VITorka fór undir at hyggja eftir hvar tað bar til at leggja nýtt net fyri ein rímiligan kostnað. Neyðugt var at finna eitt tætt bygt øki við størri bygningum, soleiðis at netið kundi vera eins bíligt og gjørligt.
Einans eitt tílíkt øki er í Føroyum og tað er økið við Landssjúkrahúsið, Fróðskaparsetrið, Venjingarskúlan, Landsbókasavnið, Landsskjalasavnið, Heilsufrøðiligu starvsstovuna, Vinnuskúlan, Havstovuna og Háskúlan. Her er ein rúgva av størri bygningum innan eitt avmarkað øki, soleiðis at eitt lutfallsliga lítið net kann bera nógva orku út til brúkararnar.
Av tí at her er talan um almennar bygningar var farið til landsstýrið við spurninginum um eitt samstarv, har VITorka hitaði bygningarnar við grønari orku fyri sama kostnað sum oljan kostaði í 2012. Munurin fór tó at vera, at VITorka vildi binda prísin fastan, soleiðis at so hvørt sum oljan dýrkaði, fóru bygningarnir at spara munandi upphæddir. Tað einasta landsstýrið skuldi gera var eina minni íløgu í ein orkutanga og annars binda seg til langtíðarsáttmála í 20 ár.
Tað byrjaði so gott við at landsstýrisfólk søgdu seg vera ógvuliga jalig til at vilja fara inn í eitt samstarv, men vildu kanna tað eitt sindur meiri fyrst, m.a. við at fáa eina frágreiðing frá Landsverk.
VITorka fór beinanvegin til verka og fekk fígging, avtalu við bóndan um lendið, gjørdi umhvørvisárinsmeting, fekk loyvi frá friðingarnevndini, søkti um byggiloyvi, fekk tilboð uppá myllurnar og syrgdi fyri at tá landsstýrið vendi aftur var alt til reiðar til at kunna fara til verka beinanvegin.
Svarið var nei
4. desember 2012 svaraði landsstýrið, hóast frágreiðingin hjá Landsverk ikki var liðug enn, at tað ynskti ikki at taka av tilboðnum frá VITorka. Svarið frá Landsstýrinum var grundað í einum úttalilsi frá frá Jarðfeingi, ið frámælti verkætlanina. Hetta er sama Jarðfeingi, sum nakrar fáar mánaðir frammanundan hevði staðfest at verkætlanin var í tráð við almenna orkupolitikkin. Nakrar mánaðir seinni kemur Landsverk við frágreiðing ið sigur, at Landssjúkrahúsið og hinir bygningarnir eiga at binda seg til verkætlanina.
Um somu tíð var umboð fyri VITorka í Týsklandi og samráddist um fíggingina. Eitt stórt týskt felag vildi fegin fara í samstarv við VITorka um at gera allar Føroyar grønar, tvs. ikki einans upphitingina, men eisini elveitingina, bilarnar og skipini. Teir vildu fegnir brúka Føroyar sum demonstratiónsøki fyri teirra loysnir, soleiðis at fólk kundu síggja hvussu loysnirnar royndust í verki.
VITorka fór tí aftur til landsstýrið og spurdi um teirra svar merkti at einki skuldi gerast ella um tað bar til at samráða seg til eina loysn. Her fekst einans eitt ullint svar um at har vóru ymisk viðurskifti í tilboðnum, sum landsstýrið ikki helt vera nøktandi. Landsstýrið kundi tó ikki koma við nøkrum boðið uppá hvussu ein loysn skuldi finnast.
VITorka tók hetta tó sum eitt tekin um at hetta møguliga kundi samráðast uppá pláss og kom við fleiri útspælum til loysnir.
Hugburðurin má broytast
Hóast 16 mánaðir eru gingnir síðani svarið frá landsstýrinum, ber framvegis ikki til at samráðast um ein sáttmála. Tað ber hvørki til at fáa landsstýrið ella Jarðfeingi at koma við einum útspæli um hvat fyri loysn tað ynskir.
VITorka hevur tí tikið avger um, at flyta virksemið til útlandið. Ein avtala er fingin í lag við stóra danska fyritøku um samstarv.
Stóri spurningurin er tó um nakað skal henda á orkuøkininum í Føroyum yvirhøvur?
Niðurstøðan um hetta er heilt greið:
Antin má landsstýrið gerast ein viðspælari heldur enn ein mótspælari á orkuøkinum og gera avtalur, soleiðis at orkuveitarar hava møguleika fyri at fíggja egið net
Ella mugu orkuveitarar fáa loyvi at knýta í verandi orkunet, soleiðis at teir ikki hava tørv at leggja egið net
Í løtuni arbeiða hvørki landsstýrið ella Jarðfeingi fyri at skapa nakað á orkuøkinum, men leggja einans fótonglar fyri verkætlanum, heldur enn at virka fyri at loysnir vera framdar.
Skal nakað henda í Føroyum má ein upprudding til.