Vitni setir spurnartekin við trygdina

- Um tað er so, at bussførarin ikki sær um fólk eru á veg inn ella út úr bussinum gjøgnum bakdyrnar, er veruliga stórur vandi á ferð, sigur Tove Askham, ið sat inni í bussinum, ið fyrradagin dró eina eldri kvinnu eftir vegnum

Ein onnur kvinna, Tove Askham, ið sat inni í bussinum, sum fyrradagin dró eina eldri kvinnu nakrar metrar eftir vegnum, greiðir frá teirri skelkandi hendingini sum verandi meira ósketni enn óhapp. Hon sá eisini kvinnuna, ið er 82 ára gomul, koma gangandi tvørtur um vegin frammanfyri bussinum.

- Men tá hon kemur til fremru hurðina, er hurðin afturlatin, og noyðist hon tí inn gjøgnum bakdyrnar. Tað er ikki altíð at bussførarar lata fremru hurðina upp, og hví so er, veit eg ikki. Hon noyddist tí inn gjøgnum bakdyrnar, og tá hon hevur fingið annað beinið innum, klamsa dyrnar aftur, og bussurin byrjar at rulla. Tá eg síggi hetta, slái eg paniskt á rútin, ið er frammanfyri mær, og geyli um at steðga bussinum. Tá bussurin so er steðgaður, og eg síggi kvinnuna liggja har, liggur hon mestsum undir bussinum, frá miðjuni og niður. Hevði bussurin koyrt longri, og hon var dottin úr, hevði hon heilt víst endað undir hjulunum, sigur Tove Askham, ið eisini vitnaði hendingina.


Setir spurnartekin við trygdina

Tá bussførarin hevur steðgað bussinum og kemur til bakdyrnar, tykist hann bæði óhøviskur og arrogantur. Hann spyr, hvat gongur fyri seg har, og tykist meira irreteraður, enn hjálpsamur. Harafturat pástendur hann, at hann ongan møguleika hevur at síggja, hvat gongur fyri seg við bakdyrnar, og at tað er ógjørligt hjá honum at síggja. Tað er eisini júst hetta, ið skelkar hana mest.

- Um tað er so, at bussførararnir ikki síggja hvat gongur fyri seg við bakdyrnar, tykist tað fullkomiliga óforsvarligt at bara nýta tær dyrnar. Eg hugsi mest eisini um bussarnar, ið steðga í Steinatúni, har nógv skúlabørn fara í og úr bussunum. Um bussførararnir ikki kunnu síggja hvat gongur fyri seg við bakdyrnar, og bert velja at lata tær upp, er tað mestsum ótrúligt, at eingin vanlukka er hend, greiðir Tove Askham frá.