Hin drápskuldsetti, Peter Madsen, hevði eitt óvanligt kynslív. Hann livdi í einum sokallaðum “opnum” giftarmáli, har hann og konan loyvdu hvørjum øðrum av hava kynsligt samband við onnur uttan fyri hjúnalagið.
Fyri Peter Madsens viðkomandi merkti tað, at hann í umleið eitt ár av sínum hjúnarlagi eitt nú búði saman við einari av sínum føstu elskarinnum - Deidre King - í umleið eitt ár í Keypmannahavn.
Hin 39 ára gamla kvinnan, sum er danskur amerikanari, er boðsend at vitna í málinum móti Peter Madsen fyri drápið á svensku tíðindakvinnuna, Kim Wall - eitt rættarmál, sum byrjar í býarrættinum í Keypmannahavn næsta hósdag.
Men, longu komandi mánakvøld fer Deidre King í tveimum sjónvarpssendingum um kavbátamálið, sum verður sent á Kanal 5, at fortelja um sítt fleiri ára kærleikslív saman við Peter Madsen.
Í sendingini sigur elskarinnan, at Peter Madsen er “ótrúliga dragandi”, og í sendingini fer hon eisini at siga eitt sindur um teirra kynslív saman.
- Tá Peter Madsen og eg vóru saman kynsliga, tók hann eina skiparakaskett á høvdið og rópti seg Kaptajn Vladimir. Tá gjørdust hansara rørslur øðrvísi, og hann byrjaði tá eisini at tosa øðrvísi. Tingini gjørdust eins og ein leikur, sigur hon í sjónvarpssendingini.
Deidre King sigur í sjónvarpssendingini, at Peter Madsen royndi at bróta mørk, og hon heldur, at hann gjørdi hetta, tí honum vantaði okkurt í lívinum. Hon heldur eisini, at kavbátabyggjarin og uppfinnarin royndi at bróta mørk í øllum sínum viðurskiftum í lívinum.
Peter Madsen hevur ongantíð viðgingið, at tað var hann, sum drap Kim Wall, men hann hevur viðgingið, at hann stykkjaði líkið av svensku tíðindakvinnuni sundur og kastaði líkpartarnar í Oyrasund.