Vitni hótt til ikki at møta í rættinum

Bólkar av ungum dreingjum ganga runt í býnum í
vikuskiftunum og finna onkran mguleika til at leypa á fólk. Tað kom fram í Føroya rætti í morgun í sambandi við eitt harðskapsmál

Hesa vikuna skal Føroya rættur viðgera fleiri harðskapsmál, og tað fyrsta var fyri i morgun. Ein 17 og ein 19 ára gamal drongur sótu á ákærubonkinum.
Tann 17 ára gamli drongurin hevur tvær ákærur móti sær. Í einum føri skal hann hava sligið ein annan, men hann noktaði fyri at hava sligið við knýttum neva. Hann hevði heldur ikki sparkað tann liggjandi mannin. Báðar hendingarnar vóru í Klubbagarðinum í Havn.
Drongurin greiddi frá, at hann kendi hin úr skúlanum, og hesin hevði fleiri ferðir verið eftir sær. Tá ið teir gingu í skúla, hevði hin happað seg illa, og tað hevði hann aftur gjørt hetta kvøldið. Eisini hevði hann spilt familjuna hjá tí 17 ára gamla dronginum út.
Hann varð tí illur og slerdi, og hin koppaði, tá ið hann bakkaði og gleið.

Misti tenn
Ein onnur hending var 2. apríl. Tá kom ein maður og skallaði tann 17 ára gamla, sum av stoytinum misti tvær tenn.
Maðurin, sum leyp á, slapp frá at vitna, tí hann er skuldsettur fyri skallingina.
Tann 17 ára gamli maðurin segði, at hann hevði ikki sligið ella sparkað hin mannin, sum hann er ákærdur fyri at hava gjørt. Hann var farin burturfrá við sínum illa hagreidda munni og ringdi eftir politinum.
Vinmaður er eisini ákærdur fyri at hava sparkað og sligið hin mannin. Hann noktaði. Tað einasta, hann hevði gjørt, var at gera eina roynd at hjálpa tí liggjandi manninum upp, men hann varð skumpaður til viks.
Tað gekk heldur illa at fáa hendur á vitnnunum í dag, tí onkur var buturstaddur. Ein var og vitnaði til frama fyri hann, sum 2. apríl lá niðri. Hann viðgekk, at hann hevði verið fullur og mintist ikki alt, men hann helt seg minnast, at teir báðir ákærdu høvdu sligið og sparkað. Onnur vitni seøgdu tað øvugta.
Ógreitt var, hvørji fólk luttóku í øllum hesum. Tosað varð um bólkar av dreingjum, sum hava sum vana at passa sær løgir at leypa á. Tað finnast fleiri slíkir bólkar.
Eitt vitni, vinmaður annan tann ákærda, greiddi frá, at í býnum høvdu teir møtt eini 10 dreingjum úr Vágum. Hann kendi bara onkran teirra.

Íslendskt tubakk
Ein teirra hevði bjóðað honum íslendskt tubbakk, og eins vinmaður segði hann neitakk, tí tað var nakað lort og gjørdi fólk í ørviti.
Tá var tað, at hin skallaði tann 17 ára gamla.
Hetta vitni greiddi frá, at fyri nøkrum vikum síðan í býnum stóð hann og tosaði við nøkur fólk. Tá komu fimm dreingir til hansara og kroystu hann upp í ein krók og søgdu, at um hann møtti í rættinum sum vitni, skuldi hann fáa bank.
- Eg havi ongantíð í lívinum verið so bangin sum júst tá, og eg segði eg eg fór ikki at møta í rættinum, segði drongurin.
Hann visti ikki, hvørjir teir vóru, og hann hevði ikki hugsað um at melda.
Málið varð ikki viðgjørt liðugt enn, tí øll vitni vórðu ikki hoyrd.