Vitni broyta frágreiðing í Madeleine-málinum

Portugisiska løgreglan sigur, at málið um Madeleine McCann verður lagt í skjalasavnið fyri jól, um einki nýtt kemur fram

Nøkur vindfólk, sum Kate og Gerry McCann ótu saman við tað kvøldið, Madeleine hvarv, hava nú boðað frá, at tey eru sinnað at broyta ta frágreiðingina, sum tey upprunaliga góvu portugisisku løgregluni. Tað skrivar bretska blaðið The Mirror.

 

Sjey vinfólk ótu saman við McCann-hjúnunum um kvøldið tann 3. mai, og sambært The Mirror hevur ein sakførari boðað løgregluni frá, at tvey av vinfólkunum vilja fegin broyta ta upprunaligu frágreiðingina. Tað er kortini ikki greitt, hvørji tey bæði eru, og sum skilst hava tey biðið um, at nøvn teirra verða hildin loynilig av ótta fyri, at stuðlar hjá McCann-hjúnunum skulu hótta tey og kanska gera seg inn á tey.

 

 

Samsvara ikki

 

Portugisiska løgreglan hevur alla tíðina sagt, at tað er ikki samsvar ímillum frágreiðingarnar hjá teimum sjey vitnunum, sum vóru saman við Kate og Gerry McCann tað kvøldið, Madeleine hvarv.

 

Millum annað hevur løgreglan sett spurnartekin við frágreiðingina hjá einum av monnunum. Løgreglan veit, at hann var burturi frá hinum í 45 minuttir. Undir avhoyringunum greiddi maðurin frá, at hann hevði verið og hugt til børnini, og at tað tók so langa tíð, tí eitt av børnunum hevði spýð, so hann noyddist at biðja um nýggj seingjarklæðir. Men gistingarhúsið sigur, at eingin av teimum vitjandi fekk seingjarklæðir tað kvøldið.

 

Talsmaðurin hjá McCann-hjúnunum, Clarence Mitchell, avsannar tíðindi í The Mirror um, at tvey av vinfólkunum ætla at broyta ta upprunaligu frágreiðingina.