Tá ið Norrøna í gjár kom úr Íslandi, vóru millum ferðafólkini ein litavi í fylgi við tveimum politistum.
Hesin litavin varð handtikin í Íslandi í januar, og hann varð ákærdur fyri at vera høvuðsmaðurin í sonevnda BMW-málinum. Tað er málið, sum eitt nevningating í hesum døgum viðger móti tveimum litavum, sum tiknir vórðu í Føroyum í november. Í bili teirra varð funnin ein stór nøgd av sterkum rúsevnum.
Hesin maðurin og tveir aðrir litavar vórðu ákærdir í Íslandi. Rætturin er liðugur við at viðgera mál teirra, men dómarnir eru ikki feldir enn.
Vildi ikki til Føroya
Ákæruvaldið í Føroyum kravdi at fáa mannin til Føroya at vitna, men tí setti maðurin seg ímóti. Sambært íslendskum bløðum vildi hann ikki til Føroya, tí hann var bangin fyri at verða drigin fyri rættin her og fáa harðari revsing, enn hann kann vænta sær at fáa í Íslandi. Revsingin í Føroyum er nevniliga harðari í rúsevnismálum enn í fleiri øðrum londum.
Maðurin skal tó bara vitna í Føroyum.
Rætturin í Íslandi gjørdi úrskurð um, at maðurin skuldi til Føroya at vitna. Hann kærdi henda úrskurð, men hægsti rættur staðfesti úrskurðin, hóast ein av dómarunum var ímóti tí.
Tveir politistar í Føroyum fóru til Íslands eftir manninum, og teir komu til Føroya við Norrønu í gjár. Politiið valdi ta tryggu loysnina at flyta mannin sjóvegis til Føroya, um tað skuldi hent, at luftrúmið aftur verður stongt vegna øsku.
Tað gekk ógvuliga stillsliga fyri seg, tá ið maðurin kom í land. Ein sivilklæddur politistur tók ímóti tí ákærda litavanum og teimum báðum sivilklæddu fylgjarum hansara. Teir settu seg inn í ein bil og koyrdu beina leið til varðhaldið.