Vitnaði fyri ákærda

Stóra rúsevnismálið nærkast nú endanum, og procedura verður í morgin. Dómur verður feldur fríggjadagin Alla vikuna hevur eitt nevningating sitið í rættinum og hoyrt um eitt stórt rúsevnismál, har roynt var at smugla góð 24 kilo av amfetamin og smá 15 kilo av extacy pulvuri úr Danmark til Íslands umvegis Føroyar við einum 30 fót báti.

Tríggir íslendingar eru longu dømdir ávikavist 5, 7 og 9 ára fongsul í sama máli, og nú situr ein 25 ára gamal hálvur føroyingur, hálvur íslendingur ákærdur fyri varðveitslu av nevndu nøgdum, umframt at smugla evnini úr Føroyum til Íslands.

Ákærin fekk eitt lítið bakkast í dag, tá tað vísti seg, at sambært íslendskari lóg kann ein ákærdur fáa innlit í øll skjøl í sakini móti sær, og annar av íslendsku smuglarunum í bátinum hevði í frið og náðum kunna lisið skjøl, sum føroyska løgreglan hevði sent íslendsku starvsbrøðrunum um avhoyringar, politifrágreiðingar og rættarbóksúrskriftir av ákærda og vitnum í Føroyum.

Tað hevði tí verið møguligt hjá íslendska vitninum at tillaga vitnisfrágreiðing sína, so hon var hinum ákærda til fyrimunar.

Øll vitni í málinum eru nú avhoyrd, og proceduran verður í morgin. Eftir hana fara nevningarnir saman við juridiska dómaranum at gera av, um hin ákærdi er sekur í ákærunum, og um so er, hvussu strangur dómurin skal vera.

Sambært ákæruritinum kann ákærdi fáa heilt upp í 10 ára fongsul.