Fornminni
?Tað er púra vitleyst at ríva SEV-tornið í Øravík niður. Tornið hevur byggilistarligt og søguligt virði og tað loysir ongar trupulleikar at ríva tað gamla niður.
Mortan Winther Poulsen, formaður í Føroya Forngripafelag, heldur ikki, at tað er nøkur loysn at taka SEV tornið í Øravík niður.
? Vit kunnu ikki bara ríva alt niður, hvørja ferð vit fáa ein trupulleika.
SEV tornið í Øravík hevur annars elvt til mikið kjak, tí tað stendur so illa fyri, at tað er ein álvarsligur vandi fyri ferðsluna. Tað stendur dygst við vegin, mitt í einum svingi og tað hevur ikki verið so mikið sum ein bilaverja at forða fyri, at bilar rena á tornið, um tað skuldi hent, at teir fara útav í svinginum.
Tað er eisini hent oftani og hesi seinastu árini hevur tað at kalla verið eitt fólkakrav at tað varð tikið niður. Í summar var tað komið so langt, at SEV og Landsverkfrøðingurin ætlaði at taka tað niður og at byggja nýtt torn longri burtur frá vegnum.
Men so hendir tað, at ætlanin varð steðgað, tí Føroya Forngripafelag reisir friðingarsak. Og til hon er avgjørd, kann tornið ikki rørast. Sum ein avleiðing av tí, hevur Landsverkfrøðingurin í hesi vikuni sett bilaverju upp framvið vegnum við tornið, so at bilar ikki skulu kunna rena á tað, um teir fara útav.
Trupulleikin loystur
Mortan Winther Poulsen sigur, at Forngripafelagið er eitt felag, sum hevur til endamáls at bjarga fornminnum, heldur enn tey verða rivin niður.
Og hann heldur, at tað er púra vitleyst at ríva tornið niður, fyri at bøta um ferðslutrygdina á økinum.
? Áðrenn vit tókui nøkur stig til at reisa friðingarsakina, kannaðu vit málið og vit vístu á, at ein bilaverja hevði loyst trupulleikan við ferðslutrygdini, sigur Mortan Winther Poulsen, ið sjálvur er verkfrøðingur og hevur arbeitt nógv við vegagerð.
? Nú er bilaverjan tíbetur sett upp og sostatt er trupulleikin við ferðslutrygdini á vegastrekkinum loystur, sigur hann.
Hann sigur, at tornið er eitt vakurt byggverk og hann heldur, at tað er heilt órímiligt at ríva tað niður.
Hann sigur, at tornið varð bygt í tjúgunum og tað hevur bæði byggilistarligt og søguligt virði. Byggilistarligt virði hevur tað, tí tað er eitt vakurt byggverk og søguligt virði hevur tað, tí tað umboðar tað allarfyrstu elektrisitetstíðina í Føroyum. Tí halda vit, at tað hevur stóran týdning at varðveita tað.
?Suðuroyingar vóru teir fyrstu í Føroyum, sum fingu streym fyrst í tjúgunum. Tá ið transformatortorn skuldu byggjast tá ið tíðini, varð farið til Danmarkar eftir fólki, tí her á landi var ongin kunnleiki á hesum økinum.
Í Danmark bygdu tey slík torn av tigulsteini og tí var sami máti eisini brúktur í Føroyum.
Mortan Winther Poulsen vísir á, at serliga í Suðuroy er nógv gamalt rivið niður, so at har eru næstan ongi fornminni eftir.
? Tað átti at fingið suðuroyingar at hugsa øðrvísi, enn teir hava gjørt, so at tað, sum hóast alt er eftir av tí gamla, verður varðveitt, sigur formaðurin í Forngripafelagnum.