Ein lítil partur av fjølmiðlunum tykjast at hava funnið útav, at hjá summum er torført at dansa um jólatræið, tá ein bara hevur sínar egnu hendur at halda í.
At jólasangurin hjá summum ikki akkurát verður fleirræddaður. Einsemi er ein fólkasjúka. Sjálvur samfelagsbygnaðurin ger, at summi kenna seg isolerað og sakna samband við onnur. Hesi eru kandidatar til depressjón. Tá sjálvt sálin saknar nærleika og hita er tað ein fátøk troyst, at ein hevur havt eydnu á yrkis- og virkisleið.
Vit seta ofta ómenniskjanslig krøv til prestasjón og úrslit, sum tíverri føra til, at sinnissjúka dýru húsini og innbúgvið, rætta umhvørvið og rætta samlagið er vorðið eitt mál í sær sjálvum hjá hópi av fólki. Høgt at flúgva... ja, fallið verður tess størri.
Og í millumbilinum kompensera vit við wellnes og fitness og keyptari vælveru. Í Føroyum eru mong gomul, ið eru einsom av náttúrligum orsøkum. Tey liva einsamøll eftir, hava lítla ella onga familju, ella familjan livir langt burturi. Ella hevur familjan kanska vent teimum bakið. Fjølmiðlarnir hava funnið útav, at nøkur halda jól á Herberginum og nøkur saman við Sonju Klein.
Og mong hava viðurkent, at á jólum gerast mong taparar og at einsemið er serliga torført at takla á jólum.
Vit vita eisini, at eitt stórt tal av fólki ger ein stóran innsats hesa tíðina, hóast tey ikki akkurát lýsa við einum næstrakærleika.
Famliljuhátíð, ja, í teoriini
Men í praksis er ein góður háttur at avlesa næstrakærleikan kanska at hyggja at, hvussu nógvar vitjanarvinir Reyði Krossur hevur. Ein einføld umbøn frá Reyða Krossi kemur av og á, men av skjótt fimti túsund føroyingum eru bara nakrir heilt fáir vitjunarvinir, sum sjálvboðið og ólønt vitja ein vin ein til tveir tímar um vikuna. Men tørvurin er øgiligur. Eftir hesa greinina koma vónandi nøkur afturat.
Er einsemi ein fólkasjúka, so eiga vit besta andevni í verðini, tí hvat um vit øll gjørdust vitjunarvinir á jólum?
Áhugaðir vitjanarvinir kunnu ringja tlf. 319630 ella
Suðurstreymoyar øki:
Eyðrith: 313784 ella 513784
Marin: 314333 ella 284333
Suðuroyar norðara helvt:
Jákup: 371991, 223350 ella 284333
redcross@redcross.fo
www.redcross.fo