07 Vestur - B36 0-3 (0-1)
Ikki kann sigast, at tað hevur gingið sum eftir ánni hjá B36, ið annars byrjaði kappingarárið sera væl. Skaðar og karantenur hava órógvað, og nú árstalsfelagið úr Havn í gjár fór vestur til Sørvágs, var tað uttan Suna Olsen, sum hevur karantenu, men hinvegin við monnum sum Lukasz Cieslewicz, Adeshina Lawal og Høgna Eysturoy aftur í hópinum.
Serliga skuldi hesin væl styrkti álopsparturin borgað fyri onkrum, men einki bendi tó á, at so skuldi verða, tí heldur var tað 07 Vestur, ið vísti tenn ta fyrstu longu løtuna.
Longu beinanvegin buldraði eftirí, tí vágamenn raktu træverkið, og eisini mátti Tórður Thomsen í B36-málinum vísa síni kynstur, so 07 Vestur ikki legði seg á odda. Tað var ikki bara í møguleikum, at heimaliðið var við yvirlutan, men eisini í sjálvum spælinum, og ikki fyrr enn í seinnu helvt av fyrra hálvleiki byrjaði B36 at røra seg.
Fimm minuttir fyri steðgin bleiv Adeshina Lawal koyrdur um koll í brotsteiginum hjá 07 Vestur, og sjálvur setti hann brotssparkið í málið, so B36 hevði hálvleiksleiðsluna, 1-0.
Avgerandi týdning
– At vit ikki fingu mál burtur úr okkara kjansum í fyrra hálvleiki, skuldi vísa seg at fáa avgerandi týdning fyri dystin og úrslitið, segði liðformaðurin hjá 07 Vestur, Tór-Ingar Akselsen, ið ikki helt hálvleiksleiðsluna hjá B36 siga nakað um fyrstu trý korterini av dystinum.
– Vit skuldu so koyra á eftir steðgin, og tað gjørdu vit eisini, har vit vunnu fleiri hornaspørk og fingu onkrar kjansir aftrat. Men vit skoraðu bara ikki upp á kjansirnar, og tí endaðu vit tíverri við at tapa dystin. Tað eru vit ótrúliga skuffaðir av, tí vit høvdu ætlað okkum at vunnið dystin.
Eftir eina fína byrjan upp á seinna hálvleik, kom tað hinvegin sum ein vát pøs út yvir spælararnar hjá 07 Vestur, at teir miðskeiðis hálvleikinum fingu ein mann útvístan, tá Tehe Aristide fekk reyða kortið fyri eina harða takling.
– Eg vil ikki siga, at tað var henda útvísingin, ið avgjørdi dystin, tí tað kostaði okkum nógv meira, at vit ikki skoraðu upp á kjansirnar. Men sjálvandi bleiv tað ótrúliga ringt hjá okkum at vinna okkum uppaftur, og serliga ímóti endanum, tá so orkan eisini fór at ganga undan, segði Tór-Ingar Akselsen.
Samband við toppin
Hóast 07 Vestur hevði bæði ein og tveir góðar møguleikar til at svara aftur, áðrenn Aristide bleiv útvístur, eydnaðist hetta ikki, og tá vágamenninir so komu í minniluta á vøllinum, bleiv mótbrekkan so líðandi ov tung, og ímóti endanum fekk B36 skotið avgerandi málini.
– Tað er altíð stuttligt hjá einum ungum manni at skora, og Rasmus Dan Sørensen skoraði við síni fyrstu nerting, umframt at Høgni Eysturoy fekk staðfest sigurin, tá hann hesa einu ferðina kom fram um miðjuna, segði B36-málverjin, Tórður Thomsen, eftir dystin.
– Vit vóru sjálvandi øgiliga glaðir fyri sigurin, tí vit fóru eftir at vinna. Nú fingu vit Lukasz og Lawal við aftur, umframt Høgna, og tað munaði væl, nú Súni ikki var við. So alt í alt kundu vit bara vera øgiliga væl nøgdir við, hvussu tað gekst.
Fyri B36 merkti úrslitið, at liðið er oman fyri miðjuna og framvegis hevur samband við ovaru liðini, meðan tað fyri 07 Vestur hinvegin merkti, at liðið datt niður um niðurflytingarstrikuna.
Vágamenn stóðu einki aftan fyri havnarmenn á Dungasandi í gjár, men sum so ofta fyrr, so endaði tað liðið sum vinnari, ið kendi sína vitjunartíð. Tað gjørdi heimaliðið ikki hesaferð, og tí kom heldur einki burturúr, meðan gestirnir fegnir kundu fara aftur til Havnar við øllum.