Vitjið grannan fyri vestan

Nú er alt meira hugaligt. Alt bendir á, at um ikki alt ov leingi eru flestu av okkum vaccineraði og hava fingið eitt corona pass. Tá fer aftur heimurin at liggja okkum opin aftaná hetta tunga árið har vit øll hava verið fjøtraði og vit kunnu kanska citera Shakespeare har hann sigur í sjónleikinum Richard III “now is this winther of our discontent made into a glorious summer”

Tað eru nogv sum a hvørjum ári fara við Norrønu at vitja okkara vakra granna Island.

Ífjør, meðan corona harðast leikaði í, tóku íslendarar nýggja vegin kallaður Diamond Circle í brúk.

##med2##

Nú ber til at koyra á góðum vegi framvið Dettifoss, størsti fossur í Europa, upp til tjóðarparkina Ásbyrgi, og so halda fram til Húsavík við sínum hvalasavni og hvalasafari og so til fantastiska fuglalívið á Mývatni og njóta termiska baðið har. Náttúru upplivingar av teimum stóru og eg vænti nogvir føroyingar fara eina ferð til íslands sum tað fyrsta ferðamálið aftaná stongsulin.

https://www.northiceland.is/diamondcircleis?fbclid=IwAR0qvhF_muSMnye-USpHVi42jdUyk7u3wMReIcCEvAAE90G2E0DtaOD5rug

Johan Mortensen