Eitt av teimum fýra nýggju veitingarskipunum hjá Thor í Hósvík, kemur um vikuskiftið á sína fyrstu vitjan í Føroyum.
Talan er um Thor Frigg, ið varð latið eigarunum um Ólavsøkuna í fjør, og sum hevur 10 ára sáttmála við seismikkfelagið PGS, eins og hini trý nýggju systurskipini hava.
Talan hevur verið um uppgávur í bæði donskum og norskum sjóøki, eins og í sjóøki við Kongo og Angola. Í løtuni arbeiðir skipið í norskum øki saman við nýggjasta skipinum hjá PGS, Ramform Thethys.
Uppgávurnar fevna um at veita útgerð og proviant, at bunkra seismikkskipini, meðan tey arbeiða, og at syrgja fyri manningarskifti hjá skipunum, so tey sleppa undan at bróta arbeiðið av, meðan tað fer fram.
Thor sigur, at skipið roynist væl, og at leigarin sigur seg vera sera væl nøgdan við bæði skip og manning. Fýra føroyingar sigla við Thor Frigg, umframt fimm bulgarar og tveir filippinarar.
Tey fýra nýggju skipini hava fingið nøvn úr norðurlendsku gudalæruni, eins og navnið á eigaranum, Thor. Skipini eita, Thor Frigg, Thor Freya, Thor Magni og Thor Modi - og tá ið skipini vórðu navngivin, varð eisini hugsað um javnstøðulógina, siga tey í Thor.
Thor Frigg kemur á Fuglafjørð leygardagin at bunkra tungolju og fer væntandi avstað aftur einaferð seinnapartin sama dag.