Vitjan
Jack Charnock ynskir at minnast aftur á tíðina hann var í Føroyum undir 2. veraldasrbardaga. Hetta er fyrstu ferð, at hann vitjar aftur her. Hann tænti sum ovasti í hernaðarløgregluni "Sergeant in the Millitary Police" frá 1940 til 1946. Í 18 mánaðir stóð hann á odda fyri bretsku hernaðarløgregluni, MP, í Havnini. Seinni fekk hann heiðurstekinið "British Empire Medal for fostering and improving good relations with the Danish & Faeroe community".
Jack Carnock sigur, at honum hevði dámt sera væl at hitt gamlar vinir og kenningar frá tíðini hann tænti í Føroyum. Hann vil eisini hann fegin tosa við skúlar oo, sum kunnu hugsast at hava áhuga í tí tíðini hann var her. Jack verður í Føroyum frá 19. til 22. juli.
Um onkur vil hitta Jack Charnock kann hann seta seg í sambandi við bretska konsulin í Føroyum, Tummas Hanus Dam, á telefon 359977. Fyrrverandi bretski løgreglumaðurin fer at búgva á Hotel Hafnia.









